16. Mai 2012
Í farnu viku vóru tvey fólk frá Heilsumálaráðnum og framførdu stuttan leik um vandan, ið stendst av at gerast bundin av tubbaki. Framførslan var einføld og viðkomandi við næstan ongum rekvisittum. Leikararnir, freistarin og offrið, vóru sera dugnalig og fingu boðskapin sera væl út til...
02. Mai 2012
Øðrvísi undirvísing Í gjár, 1. mai var 5. a uppi á Føroya Fornminnissavni í Gomlu Hoyvík við flokslæraranum Ingvolvi Gunnarson. Hetta er ein liður ella samstarv, ið er komið í lag við søgufróða Regin Debess, ið er savnslærari á Útisavninum...
01. Mai 2012
Altjóða dansidagur í skúlanum Á middegi fríggjadagin 27. apríl vóru vit ein partur av altjóða "Dansidegnum", ið UNESCO hevur lagt upp til. 4. - 7. flokkarnir vóru rættiliga "við uppá tað". Ein fim og bragdlig dama sýndi fram fyrstu løtuna...
18. Apr 2012
Landsroyndin í 4. og 6. flokki verður í døgunum 23. – 30. apríl. Royndin hjá 4. flokki er tveir dagar, hjá 6. flokki tríggjar dagar, og verður royndarhaldið skipað soleiðis:4. flokkur ...
29. Feb 2012
Evnisheitið á døgunum var -Havið kring Føroyar- . Vit fóru øll hugagóð undir avbjóðingina. Øll gjørdu sín havbotn við øllum tí, har er at finna. Hugflogið var samanumtikið óført, - dúgliga varð teknað og málað.
27. Feb 2012
Tunnusláingin fastalávintsmánadag gekk sum mangt undanfarið ár við ruskutum veðri, og tað var misjavnt, hvussu tað gekk við tunnunum. Dansurin gekk lystiliga við góðum stevi, har okkara frægi kvæðaskipara legði gott lag á.
15. Feb 2012
Komandi viku, frá 20. februar – 24 februar, verður skúlagongdin broytt.
Føstulávintsmánadag 20. februar verður farið upp á gólv, og aftaná er tunnusláing.
Næmingar møta soleiðis . . . .
01. Feb 2012
Í viku 6 og 7 fara vit aftur upp á gólv í fimleikahøllini. Undanfarin ár hava hetta verið hugaligar løtur, og lærarar og næmingar hava tikið væl undir. Úti í flokkunum hava lærarar kvøðið og sungið vísur og kvæði við børnunum. Tímatalvan verður kortini fylgd,...